Ein av teimum mest vanligu spurningunum er: hvussu ofta skal ein geva urtapottunum vatn?
Tað er bara torført at geva eitt neyvt viðmæli, tá ið tað snýr seg um, hvussu ofta, ein skal geva blómum vatn. Tað veldst nevniliga um, hvørjar blómur, ið tú hevur. Les tí altíð uttaná innpakninginum ella tí snippinum, sum fylgir við, tí har standa upplýsingar um, hvørt plantan tolir at torna heilt og um hon trívist best í beinleiðis sól, skugga ella partvíst sól og skugga.
Urtapottar við blómum skulu tó vanliga hava meira vatn enn plantur við ongum blómum. Plantur við tjúkkum bløðum hava innbygdar goymslur og hava tí tørv á minni vatni enn plantur við tunnum bløðum. Og so skulu tínir urtapottar helst hava meira vatn um summarið, enn teir hava brúk fyri um veturin.
7 góð ráð um at vanda til at hanga á køliskápshurðina.
-
Gev ikki ein lítlan løgg í senn. Gev so mikið av vatni, at moldin verður ordiliga vát.
-
Gev vatn fast ein dag um vikuna – tað riggar væl hjá teimum flestu urtapottunum.
-
Vatnið kann bæði vera ov kalt og ov heitt – syrg fyri at tað hevur stovuhita.
-
Plantur skulu sum oftast hava meira vatn um summarið enn um veturin.
-
Stikk ein fingur í moldina. Er hon vát. Bíða. Er hon turr, gev so vatn.
-
Plantur við tunnum bløðum skulu hava meira vatn enn tær við tjúkkum bløðum
-
Tær flestu plantur vilja helst, at moldin tornar upp, áðrenn tær fáa meira vatn.