Hvat bagir mínum urtapotti? Trupulleikar og sjúkur.

Hvat bagir mínum urtapotti? Trupulleikar og sjúkur.

Tað eru nøkur ting, ið vit skulu ansa eftir, og sum vit kunnu gera fyri at bjarga plantum, um illa vil til.

 

Gul bløð á urtapottinum

Ofta eru gul bløð tekin um mistrivna. Orsøkin er ov nógv ella ov lítið vatn ella ov lítið ljós – tað er ringt at siga júst hvat, men ofta kanst tú finna fram til orsøkina við at hyggja at, hvussu tú plagar at gera og hvar plantan stendur. Um tað bara er tí megin av urtapottinum, sum vendir burtur frá vindeygagnum, at bløðini gerast gul, er tað heilt vist tí, at honum manglar ljós.

 

Moldin verður hýggjuskotin

Hýggjuskotin mold kemur av, at urtapotturin fær ov nógv vatn og at luft ikki sleppur til uttanum plantuna. Skapa luft uttanum plantuna og gev henni minni vatn. Tað er ein fyrimunur at taka ta hýggjuskotnu moldina burtur og koyra nýggja mold í.


Urtapotturin fær brún bløð

Fær urtapotturin brún bløð, kemur tað sum oftast av, at luftin inni er ógvuliga turr, og at hann fær vatn óregluliga. Gev honum vatn regluliga og ansa eftir, at hann ikki fær ov nógv. Flyt urtapottin burtur frá radiatorum og brúsa hann yvir við hvørt.

 

Urtapotturin fær hvít ella flekkut bløð

Um bløðini síggja øðrvísi út, men ikki eru gul ella brún, so snýr tað seg ofta um skaðadýr. Skaðadýr kunnu gera, at bløðini verða avskeplað ella mislitt.

 

Plantan fær blettir ella verður flekkut

Eisini her er ivaleyst talan um, at hon fær ov nógv vatn. Syrg fyri, at plantan ikki flýtur í vatni, at hon tornar upp inn ímillum, og fær minni vatn hereftir.

 

Skaða dýr í urtapottunum

Tey vanligastu skaðadýrini, sum raka stovuplanturnar, eru “sørgemyg”, sikadulús, loðlús, trips, spinnimottur og bananflugur.

Besti mátin at sleppa undan at fáa skaðadýr er at syrgja fyri at ansa og røkja urtapottarnar rætt, soleiðis at teir eru sunnir og mótstøðuførir. Skaðadýr raka sum oftast plantur, sum frammanundan eru viknaðar.

Vit kenna tað ivaleyst øll: Kanska gloyma vit heilt at hugsa um urtapottarnar, tá ið vit fara suðureftir at ferðast – ella eisini eru vit ov gávumild við vatnkannuni, áðrenn vit fara, tí at vit óttast fyri, at urtapottarnir torna upp, meðan vit eru burtur. Bæði kunnu skjótt taka lívið av tí mest lívsseigu grønu plantuni!

Tilbage til blog

Indsend en kommentar