Grønar plantur eru ikki einans hugnaligar at hyggja at – tær reinsa eisini luftina, men tað eru nakrar einfaldar leiðreglur, sum ein noyðist at kenna, um verkætlanin skal eydnast til fulnar. Tað eru í roynd og veru heilt nógv, sum hava eitt sindur av avbjóðingum við stovuplantum, men sum fegin vilja hava tær, tí at tær geva eitt vakurt og grønt íkast til bústaðin.
Ráð nr.1
Urtapottar skulu sjálvandi hava vatn, men sum við so mongum øðrum í lívinum, ikki ov nógv og ikki ov lítið. Um tú ivast, stikk so fingurin niður í urtapottin og kenn um moldin er turr ella vát.
Ráð nr.2
Gev urtapottunum tøð. Tú kanst saktans gera tíni egnu tøð: Far út í køkin og finn knúst eggjaskal ella kaffigrugg. Bæði rigga væl sum tøð, um tú blandar tað í urtapottamoldina. Tað er jú púra ókeypis og harafturat sera umhvørvisvinarligt. Kaffigruggið skal helst vera turt, áðrenn tú blandar tað í, tí annars kann tað lættari rotna.
Ráð nr.3
Urtapottar skulu hava nógv ljós til tess at trívast. Tí er tað eyðsæð, at tú setur teir so nær við vindeyguni, sum gjørligt.
Ráð nr.4
Hugsa um hitan inni. Nógvum urtapottum dámar best, um tað eru 20-23 hitastig inni, og tað er nokkso heppið, tí tað er somu hitastig, sum okkum menniskjum dámar best.
Ráð nr.5
Til tess at sleppa undan, at urtapottarnir fáa ov nógv vatn, soleiðis at røturnar rotna, er tað best at seta urtapottarnar í urtapottafjalarar við skál undir og koyra vatnið í skálina.